Handilstreytir

Prísir

Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið til prísbroytingar.

Gjald

Tú kanst gjalda við Visa, Visa Electron, JCB, MasterCard og Maestro. Tá ið tú bíleggur vøruna við gjaldskorti, skalt tú tasta inn kortnummar, kontrolltal og nær kortið fer úr gildi.

Tað er ókeypis at nýta gjaldskortið. Vit rindað øll avgjøld. Upphæddin verður ikki tikin av kontuni, fyrr enn vøran er send av goymsluni.

Um goldið verður við Visa Electron, tekur PBS keypsupphæddina av tínari konto á bíleggingardegnum og hevur upphæddina í varðveistlu í 30 dagar. Um vøran ikki verður send og avgreidd innan 30 dagar, verður upphæddin flutt aftur á tína konto. Upphæddin verður ikki flutt til Vágs Timburhandil, fyrr enn vøran er send.

Meira kann lesast um gjaldskortini her. http://www.pbs.dk

Trygd

Vit nýta trygdarprokollina SSL, sum fjalir upplýsingarnar millum kortánara og handilin. Hetta merkir, at teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir millum teldu tína og okkum.

Hátturin at fjala upplýsingar í samband við elektroniskan handil er SSL gjaldshátturin, ið er vanligasti og mest nýtti háttur. Hann verður mettur at vera ein ógvuliga tryggur háttur at flyta pening við. Á heimasíðuni http://www.betaling.dk ber til at síggja, hvussu ein SSL-gjalding verður framd.

Trúnaðurpolitikkur

Upplýsingarnir – navn, bústaður og t-postur – ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Tað eru bara starvsfólk hjá P/F Vágs Timburhandli, sum síggja tínar upplýsingar

Flutningur

Vøran verður send í Føroyum umvegis Posta,fyri ein fastan kostnað á DKK 50,-. Vøran verður vanliga send dagin eftir, at bíleggingin er gjørd. Er bílagda vøran ikki á goymslu, verður hetta fráboðað við telduposti, har vit eisini greiða frá nær vøran væntandi verður aftur á goymslu.

Váttan fyri móttøku

Tá bílegging er gjørd, fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.

Endurgjald

Er vøran skadd ella á annan hátt ikki er sum væntað, verður viðskiftafólkið biðið um at seta seg í samband við okkum á magnus@vt.fo

Keyptar vørur kunna latast inn aftur til P/F Vágs Timburhandil í seinasta lagið 14 dagar eftir keypið. Treytirnar eru, at kvittan fylgir við uppá vøruna og at vøran verður latin inn í sama standi, sum tá hon bleiv keypt, tvs. at vøran skal ikki verða útpakkað.

Tað verður givin 2 ára reklamatiónsrættur uppá allar vørur, sambært føroyskari keypslóg.

Onnur viðurskifti

Gjørt verður vart við, at tú mást vera fylt/ur 18 ár fyri at bíleggja vøru á nethandli okkara.

Eru aðrir spurningar, so kann teldupostur sendast til okkum á magnus@vt.fo