Tænastur frá Vágs Timburhandli
Nýbygging ella umbygging
Vit selja nærum alt tilfar til nýbyggingar ella umbyggingar. Ring ella skriva til okkum á Tlf. 373800 ella send okkum ein teldupost
- Sement og tilhoyr til stoyping av fundamentum.
- Timbur til alt konstruktiónsarbeiði og húsabygging.
- Tekjur av ymsum slag, sum fáast í fleiri farvum
- Innhurðar, gólv, loft og alt hugsandi til arbeiði innan í húsum.
Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, og fáa eitt prát við fryntligu og dugnaligu starvsfólk okkara. Saman kunna vit vegleiða teg víðari til næsta stig í byggiætlan tínari.
Vindeygu og úthurðar
Vit selja originalu H-vindeyguni og úthurðar úr Norra, sum hava staði sína roynd í harða umhvørvinum í norðuratlantshavinum. Góðskan er í hásæti.
Vindeyguni verða gjørd efti mátið og tað ber altíð til, at spyrja um eitt óbindandi tilboð.
Aubo køkar, baðirúm, bryggers & skjótihurðar.
Vit samstarva við Donsku fyritøkuna Aubo, sum framleiðir fyrstafloks køkar, baðirúmsmøblar, bryggers og skjótihurðar.
Set teg í samband við serfrøðing okkara, sum kann taka mát, tekna og geva íblástur til hvør loysn passar til tykkara tørv og ynskir.